Síðani Russarar gjørdi innrás í Ukraina, hevur ein stórur partur av heiminum fordømt Russland og fleiri staðni verða russarar og russiskar vørur, boykottaðar. Samstundis verða russarar útihýstir frá ymsum altjóða virksemi, eitt nú í ítrótti.
Í Klaksvík gjørdu tey fyri nøkrum árum síðani hendi tað, at Klaksvík og Sankta Pætursborg í Russlandi, gjørdust vinabýir.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík liggur sjúkur, so hann sigur, at enn hevur hann ikki hugsað um vinabýarsamstarvi. Men hann sigur, at hetta vinabýarsamstarvið er eitt mál, tey fara at taka upp í klaksvíkar býráði.
Vit hava ikki umrøtt málið enn, men tað slepst ikki undan, at vit taka til umrøðu, leggur hann afturat. Men hann sigur, at hvat úrslitið av tí kann verða, hevur hann einki sum helst boð upp á. Eitt, hann sær fyri sær, er, at Klaksvíkar Býráð sendir eina áheitan av onkum slagi yvir til Sankta Pætursborg, men hvat talan kann verða um, dugir hann ikki at siga.
Hann sigur, at enn hevur ikki nógv vinabýarsamstarv verið ímillum Sankta Pætursborg og Klaksvík. Beint áðrenn korona fór at ganga, var ein sendinevnd úr Klaksvík í Sankta Pætursborg. Men so fór korona at herja og tað hevur alt virksemi verið merkt av og síðani hevur heldur einki samband verið ímillum vinabýirnar yvirhøvur