Klaksvíkar Svimjihøll stórar umvælingar

Frá oktober verður høllin stongd fyri almennari svimjing

Arbeiðið at umvæla Klaksvíkar Svimjihøll byrjar í oktober.

 

Øll umklæðingardeildin skal gerast heilt av nýggjum, og fyri at arbeiða skjótast gjørligt, fyri trygdina og fyri at lúka øll heilsukrøv, fer svimjihøll bert at hýsa venjingum í umvælingartíðini. Sostatt verður eingin almenn svimjing.


Summir partar av teimum higartil gjørdu høvuðsumvælingunum hava kunnað verðið gjørdar, uttan at høllin er blivin stongd fyri almennari svimjing, men hetta verður ikki mett at vera galdandi fyri tann partin, sum nú skal gerast.


- Um vit skuldu hildið fast um at havt opið í umvælingartíðini, hevði tað kravt eina heila nýggja, fyribils umklæðingardeild við frárenslum, vesum, tilføringum, eldøringum og so framvegis, tað hevði verið torført at lokið øll krøv um reinføri, skilaveggir skulu brótast niður, so talan verður um nógv støv, trygdin hevði ikki verið tann sama, og so hevði hetta eisini seinkað umvælingararbeiðnum, sigur Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðari.


- Eftir at hava umhugsað hetta eru komin til ta niðurstøðu, at vit steingja høllina fyri almennari svimjing, meðan hesar umvælingarnar verða gjørdar, tí tað er best fyri trygdina hjá teimum vitjandi, og tað verður eisini skjótari at fremja arbeiðið, sigur Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðari.

Svimjifelagið Ægir fer tó framvegis at hava venjingarnar í høllini.

Arbeiðið at umvæl høllina fer væntandi at taka 7 mánaðir, og tískil letur svimjihøllin upp aftur einaferð í mai mánaði.