Klaksvíkar býráð vitjar í Orknoyggjum

Umboð fyri Klaksvíkar býráð eru í hesum døgum á vitjan í Orknoyggjum

Umboð fyri Klaksvíkar býráð eru í hesum døgum á vitjan í Orknoyggjum. Endamálið við vitjanini er at knýta samband millum Klaksvík og Kirkwall, ið er høvuðsstaður í Orknoyggjum.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, hevur havt framløgu fyri Orkney Island Council um, hvussu býráðið virkar fyri trivnaði og menning í Klaksvíkar kommunu. Somuleiðis hevur Jóannes V. Hansen, sendimaður, havt framløgu um stjórnmál og býtið millum land og kommunu í Føroyum.

 

Harumframt hevur býráðið havt fund við umboð fyri European Marine Energy Centre, Nordic Studies Centre og Visit Scotland. Eisini hevur býráðið kunnað seg um royndirnar hjá Orknoyggjum við cruise-skipum.

 

- Klaksvík og Kirkwall hava nógv til felags og kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Tað hevur týdning at kunna seg um, hvussu aðrir býir leggja síni viðurskifti til rættis, og býráðið hevur fingið mong góð hugskot við sær í skjáttuna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.