Klaksvík: Svimjihøllin nýggjan hitavekslara frá lokalum íverksetara

Á býráðsfundi í gjár samtykti býráðið, at gera eina íløgu í ein hitavekslara til svimjihøllina. Veitarin av hitavekslaranum er lokala fyritøkan, Defined Energy. Samskift hevur verið millum Klaksvíkar kommunu og fyritøkuna eina tíð, og nú oljuprísurin er met høgur, er rætta løtan at gera hesa íløguna.

 

Hetta skrivar Klaksvíkar komunna á síni heimasíðu.

 

Høvuðsmaðurin handan Defined Energy er Heri Schwartz Jacobsen. Heri hevur arbeitt við hugskotinum og ment hitavekslaran síðan 2008, sum eitt íkast til grønu umleggingina. 

 

Hitavekslarin virkar á tann hátt, at hann endurnýtir hitan frá frárensluvatninum, og sparur á tann hátt orku, sum annars hevði skolað út við brúsuvatninum. Tað serstaka við hesum vekslaranum er, at hann nýtir tyngdi - og centrufugal megina fyri at koyra, og av tí sama er nærum ongin streymnýtsla, og í flestu førum heldur ongin tørvur á pumpum ella filtrum.

 

Vekslarin verður framleiddur av veitarum í Svøríki, Danmark og í Týsklandi. Fyritøkan Defined Energy heldur til í gamla roykivirkinum, og hevur skrivstovu í Norðragøtu. 

 

Hitaveksalarin er mettur at kosta 632.700 kr. Við verandi nýtslu verður mett at íløgan er vunnin inn aftur eftir 6 til 8 ár.