Klaksvíksballið liðugt – rokningin til Havnar

Skal rokningin til Havnar fyri lidna Klaksvíksballið, sum Dimmalætting hevur skrivað um 3. og 22. oktober 2008?

Lat meg fyrst takka fyri flotta ballið í Klaksvík, tað var eitt stak hugnaligt kvøld.

Eg helt meg við hetta høvið hava givið gávu vegna okkum øll í Tórshavnar kommunu. Tí eri eg ikki sørt skakkur av grein í Dimmu í gjár um alneyðuga javning, nú Klaksvíkar kommuna staðiliga biður um kommunala útjavning úr miðstaðarøkinum.

At rakstur og íløgur hava ein prís, sum skal gjaldast, tað átti mín góði samstarvsfelagi Steinbjørn O. Jacobsen at vitað. Hetta sama hava Eyðgunn Samuelsen og Gunnvá við Keldu vísiliga víst á.

Eftir at hava lisið vælskrivaðu, men skakandi greinina hjá Árna Gregersen í Dimmu í gjár, kenni eg meg noyddan so staðiliga at vísa aftur, at vit í Tórshavnar kommunu vilja rinda rokningina fyri Klaksvíkar kommunu.