Klaksvíkingar vilja vita og ikki gita

Klaksvíkar vil nú hava at vita, hvat skal til fyri at fáa fólk at støðast, so at vøkstur kann skapast í kommununi

Nú vil Klaksvíkar býráð hava haldgóð prógv fyri, hvat tað er, sum fær fólk at støðast í býnum og hvat fer klaksvíkingar at búsetast aðrastaðni.

Tí hevur býráðið nú sett ein vakstrarbólk, sum skal geva býráðnum trygga bakgrund at byggja á, tá ið ætlanin fyri framtíðina skulu stingast út í kortið.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri sigur, at vit hava altíð havt nógvar meiningar um, hvat tað, sum fær fólk at støðast á einum plássi- ella øvugt: Hvat tað er, sum manglar, tá ið fólk at velja eitt pláss frá.

- Eitt nú hava vit altíð hildið, at eitt ríkt og fjølbroytt mentanarlív, skapar trivnað og dregur fólk til sín.

Men borgarstjórin í Klaksvík noyðist at staðfesta, at hóast Klaksvík í nógv hevur borið orð fyri at hava eitt ríkt mentanarlív, hava vit ikki sæð hetta sæð hetta aftur í einum veksandi fólkatali.

- Vit hava eisini altíð hildið, at tað er bara at skapa arbeiðspláss, so støðast fólk.

Men passar tað, spyr Gunvá við Keldu, so sipar til, at í dag himprast fólk ikki við at flyta seg ímillum arbeiðspláss og heimið.

Hinvegin hevur fólkatalið staðið í stað í 20 ár og tað má vera ein orsøk til tað.


Vakstrarbólkur

Fyri at fáa greiði á hesum viðurskiftum, hevur Klaksvíkar Býráð sett ein bólk, sum er mannaður við trimum býráðslimum: Jógvan Skorheim, Óli Lassen og Signhild Joensen, sum hevur sætið í býráðnum fyri Eyðgunn Samuelsen.

Hon sigur, at hesin bólkurin, sum tey kalla ein vakstrarbólk, er skal kanna eftir, hvussu hesi viðurskiftini hanga saman og royna at fáa greiði á, hvat skal til fyri at fáa fólk at støðast og hvat tað er sum ger, at fólk ikki støðast.

Tær kanningar, sum vakstrarbólkurin ikki fær gjørt sjálvur, skal hann fáa uttanhýsis serfrøðingar at gera fyri seg.

Úrslitið av hesum kanningunum skal so brúkast til at leggja framtíðina fyri kommununa til rættis.

Hon hopar at vakstrarbólkurin kanna hava onkur úrslit at vísa á í summar, men møguliga eru onkrar serstakar kanningar, sum taka longri tíð.

Ein spurningur í hesum høpi er eisini at kanna eftir, hvørjar vinnur tey skulu leggja dent á í Klaksvík.

Eitt nú mælir borgarstjórin til at býta landið sundur í nakrar sterkar deplar, sum verða spesialierað á ávísum øki, heldur enn at trokað alt saman í miðstaðarøkinum.