Klaksvíkingar takkaðu fyri seinast

Tað var ikki heilt, sum klaksvíkingar ætlaðu tað, tá ið Suðuroyingur streyk avstað við sannførandi sigri á norðoyastevnu.

 

Setningurin hjá Suðuroyingi í dag var at vinna í heimasjógvi. Tað hevur ikki eydnast á jóansøku á Tvøroyri síðani Tvørabáturin vann í 1981.

 

Tað eydnaðist ikki hjá Suðuroyingi at vinna. Klaksvíkingar eru á veg norður aftur eftir trivaligan sigur á Suðuroyingi á jóansøku.

 

10-mannaførini róðu 1500 metra málið í dag. Suðuroyingur og Klaksvíkingur róðu leingi borð um borð, meðan Havnarbáturin heilt skjótt datt nakað aftur um hinar báðar.

 

So munaðu tøkini hjá klaksvíkingum meiri, enn tey gjørdu hjá suðuroyingum. Munurin øktist til ein skut og so til meiri enn eina hálva bátslongd. So svaraðu suðuroyingar aftur. Tað tódnaði til eina hálva bátslongd, men Suðuroyingur kom ongantíð aftur nærri oddasessinum enn so.

 

Suðuroyingur fór fyrri undir endaspurtin, og tá minkaði munurin aftur eina lítla løtu. Klaksvíkingar taldu 30 bekktøk, og tá svam teirra bátur eina stóra hálva bátslongd frá treiska kappingarneytanum, sum gav alt og meiri enn so.

 

Nú róðrarárið er meiri enn hálvrunnið, stevnir Klaksvíkingur fram ímóti triðja FM heitinum á rað. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at Suðuroyingur kann taka FM heitið. Fyrsti møguleikin hjá suðuroyingum at styrkja um sína støðu verður um eina viku, tá ið tað verður FM kappróður á varmakeldu í Fuglafirði. Tá fara 10-mannaførini aftur at kappast á 2000 metrum.

 

1 Klaksvíkingur 06:53.20

2 Suðuroyingur 06:55.19

3 Havnarbáturin 07:00.19

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 27

2 Suðuroyingur 25

3 Havnarbáturin 20