Klaksvíkingar rindaðu 4,5 milliónir meiri í skatti

Fyrra hálvár vóru skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu 7,56 prosent hægri, enn tær vóru tað í fjør. Skattainntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu eru hægri í ár, enn tær vóru tað í fjør. Fyrra hálvár rindaðu klaksvíkingar 64 milliónir í skatti til kommununa. Í fjør var kommunuskatturin fyrra hálvár 59,5 milliónir. Talan er um hækking upp á 5,4 milliónir ella 7,56 prosent.

Í juni mánað var skattainntøkan í Klaksvík 11,071 milliónir ella 878 túsund krónur hægri enn í fjør. Tað svarar til eina meirinntøku upp á 8,61 prosent.

Í øllum kommunum í Norðoyggjum var skattainntøkan hægri fyrra hálvár í ár, enn hon var tað í fjør.

Lutfalsliga var vøksturin størstur í Fugloyar kommunu, har hann var heili 42,1! prosent. Í ár var skattainntøkan í Fugloy fyrra hálvar 684.701 krónur. Í fjør var hon 481.855 krónur. Meirinntøkan fyrra hálvár í ár var 202.846 krónur.

Vøksturin fyrra hálvár í kommunuskattinum í hinum kommununum í Norðoyggjum: Viðareiði 17,75%, Hvannasund 12,89%, Kunoy 9,22% og Húsar 16,42%.