– Her situr ein landsstýrismaður (Bjørn Kalsø, red), sum er farin at hóreiggja sær, sum hann vil, og tað hevur avleiðingar fyri fólk og fyri hansara aðalstjóra, og vit vita ikki, hvat tað næsta verður. Vit faktiskt vænta, at Vinnuháskúlin verður skræddur upp við rót og fluttur norð til Klaksvíkar yvir eitt vikuskifti.
Og so spyr sjónvarpsmaðurin:
Hví skal Bjørn Kalsø frá?
– Bjørn Kalsø er farin út um mark, hann roynir at uppbyggja eitt ella annað nýtt slag av fyrisiting í føroysku umsitingini, har sum hann tekur avgerðirnar heilt einsamallur, og avgerðirnar behøvast ikki at vera so væl grundaðar, sum tær í veruleikanum eiga at vera.
– Setanarnevndin er til fyri at loysa landsstýrismannin frá einum hvørjum gegnistrupulleika, sum kundi verið umframt at gera eina fakliga meting av umsøkjaranum, hann tekur líka sum hesa setanarnevndina av, sum er verjan fyri hansara gegni, við at fara forbí nevndina.
– Og tíverri er gegni blivið ein trupulleiki fyri klaksvíkingar eftirhondini. Landsstýrismenn harbeint hava opinbart ikki ordiliga skilt, hvat gegni snýr seg um, segði fólkafloksformaðurin í Havn.
Árvakni journalisturin í sjónvarpinum helt, at henda útsøgn skuldi varpast ókritiskt út til alt Føroya fólk uttan nakra sum helst journalistiska viðgerð.
Spurningurin er so, um nakar klaksvíkingur sleppur á fólkaflokslistan í Havn til býráðsvalið – ella um tey kortini hava onkran trojanskan hest listanum, sum kann tryggja, at stovnar í Havn »verða skræddir upp við rót og fluttir til Klaksvíkar...«