Tað var stilli, men í avfalli vóru umstøðurnar í Molde hósdagin átøkar teimum, sum vóru, tá ið Luksemborg á sinni spældi í Føroyum. Tað regnaði so mikið nógv, at fleiri vegir til Molde vóru stongdir. Tað hevði við sær, at tað ikki bar øllum, sum høvdu ætlað sær á Molde stadion, at koma vegin fram. Á Molde stadion søgdu tey, at tað ongantíð hevði regnað soleiðis undir dysti, sum tað gjørdi hesa ferð, síðani framúr stásiliga fótbóltskompleksið varð tikið í nýtslu í 1998.
Hóast vøllurin hevði verið undir plastdúki inntil hálvan annan tíma undan dystarbyrjan, so var vøllurin ógvuliga vátur, og tað var fótbóltsspælinum til stóran ampa.
Bólturin ferðaðist ikki altíð, sum spælararnir høvdu ætlað at hann skuldi, og tað tóktist sum um teir á heimaliðnum høvdu størri trupulleikar av hesum enn KÍ spælararnir.
Molde hevði bóltin nógv. Klaksvíkingarnir vóru í sera væl skipaðari 4-5-1 uppstilling. Teir megnaðu at halda mótstøðumonnunum frá stórum møguleikum. Tá ið teir yvirlappaðu, megnaðu Jan Andreasen og Arnold Joensen í høgru og Harley Bertholdsen og Hjalgrím Elttør í vinstru at byrgja fyri krossbóltum. Miðvallararnir arbeiddu so tað stóð eftir í, og teir tiptu fyri sendingum í dýpdina. Tá ið tað onkra ferðina eydnaðist at senda í brotsteigin, vóru føroysku spælararnir oftast við yvirlutan í luftstríðnum.
Molde skoraði tvey mál, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum. Í báðum førum var talan um óhepnar deyðbóltsstøður. Í fyrra førinum tóktist bólturin vera á veg av vøllinum, tá ið Ovi Nysted royndi at takla miðvallaran í vinstru og liðformannin Daniel Berg Hestad, sum fór um koll, og dómarin peikaði á ellivu metrar. Kartin Joensen hevði ongan møguleika at verja fyri flata og neyva sparkinum, og hálvan annan minutt seinni noyddist hann aftur í meskarnar. Alexander Djordjevic fór um koll á váta vøllinum, Ovi Nysted kendi seg noyddan at senda til horna, og eftir innlegg og tvær ferðir aftur og fram endaði bólturin hjá miðverjanum David Ljung, sum úr heilt stuttari fjarstøðu sendi í meskarnar.
Molde spældi seg bara til ein upplagdan málmøguleika. Eftir eitt tvey samanspæl fram ímóti dystarenda varð innskifti Bernt Hulsker púra leysur, men Kartin Joensen vann tvídystin teirra millum.
Meiri altjóða snitt
Eingin ivi var um, hvat liðið hevði heimavøll, og hvørja uppgávu gestirnir vóru komnir at loysa. Tað ráddi um at verja og varðveita bóltin. Jacob Bymar var einsamallur á toppinum. Hann stríddist, men uppgávan var vónleys. Tá ið Eyðun Klakstein loysti Jacob Bymar av, varð Hjalgrím Elttør fluttur fram í álopið, og tá tóktist tað sum um, at eitt vet meiri av broddi kom í. Eisini tí at heimaliðið tóktist hava hug at toga eitt sindur í bremsuna. Váti vøllurin hevði við sær, at tað bar illa til at rokna út, hvussu støðan fór at taka seg upp.
Síðstu fimm minuttirnar hevði KÍ trý vandamikil fríspørk og eitt hornaspark, og serliga frísparkið hjá Allani Joensen úr tjúgu metrum og eitt vet til høgru og ímóti handara stólpanum var vandamikið. Flata sparkið stiklaði, áðrenn bólturin tók í ein Molde mann, og Eddie Gustafsson noyddist at toyggja seg fyri at benda út til horna.
Tað vóru eyðsýndir munir á føroysku og norsku fótbóltsspælarunum. Molde spælararnir vóru stórir, og teir tóktust vera kropssterkir, hóast tað ongantíð var soleiðis, at teir høvdu yvirvág í nærdystunum. Teimum líkaði væl langar og høgar sendingar. Trupulleikin var, at hesar oftast ikki vóru nóg neyvar.
Hóast tað mesta fyrstu fimm korterini gekk fyri seg á helvtini hjá KÍ, so var tað ein fragd at síggja hvítklæddu Kí spælararnar (Molde spælararnir vóru í bláum búnum) vísa fótbóltshegni og als ikki at vera imponeraðar av, at teir nú vóru í Europa Cup á útivølli og vóru á einum tí stásiligasta stadion í heiminum.
Allan Joensen hevur verið skaddur mesta partin av árinum. Tí kundi tað tykjast djarvt av Jan Joensen at seta yngra beiggjan í sentrala og verjukenda miðvallarleiklutin. Men Allan Joensen spældi framúr væl. Saman við Jan Joensen og Atla Danielsen dugdi hann at temja, snara um seg sjálvan og mótstøðumenn og við kropsfintum at fáa mótstøðumenninar frá sær. Men tá ið tað skuldi spælast fram ímóti Molde verjuni, gjørdist tað ov tunnt, tí har var so lítil manning. Skiftisspælararnir, Eyðun Klakstein, Símun Joensen og Fríðin Ziskason, høvdu ongan trupulleika at fella inn í samanspælið.
Eftir dystarlok kendist tað eitt sindur snópisligt, at KÍ ikki hevði gjørt meiri fyri at fáa tað týdningarmikla útivallarmálið og harvið at birta eyka spenning undan heimadystinum. Tað hevði verið vágið, men royndin átti kanska at havt verið gjørd. Molde menninir tóktust vera nøgdir við, at tað endiliga hevði eydnast teimum at fáa tvey mál, og teir høvdu tikið frá. Tí høvdu teir neyvan megnað at sett ferð á álopspartin, sjálvt um eitt nú Eyðun Klakstein síðsta korterið hevði verið meiri framrættaður, og í staðin fyri á ytsta miðvallarplássinum í vinstru hevði verið undir liðini á Hjalgrími Elttør.
Eingin støða var av tí slagnum. Men um Hjalgrím Elttør og Eyðun Klakstein høvdu bjóðað av ein ímóti einum í brotsteiginum, so hevði tað verið sera spennandi at sæð, hvussu tað hevði havt tørnað út, og um eysturíkski dómarin ikki hevði havt komið í støður, har hann hevði havt verið noyddur at bríksla fyri brotssparki. Tað fáa vit ongantíð at vita.
Men KÍ slapp undan triðja Molde málinum. Tað er 2-0 til Molde, tá ið klaksvíkingar um tólv dagar fara at renna inn á vøllin á Svangaskarði. Um tað í tí uppgerðini rættuliga skjótt hevði eydnast KÍ at skora eitt mál, so hevði tað verið rættuliga spennandi. Tað er dreymastøðan hjá KÍ, og um hugburðurin og offurviljin verður tann sami ta ferðina, sum hann var hóskvøldið í Molde, so er tað ikki eingin møguleiki fyri, at dreymurin kann gerast til veruleika. Men tað skal nógv til, og um tað fer at eydnast Molde at skora eina ferð, so verður tað eingin møguleiki hjá KÍ. Tíbetur tykjast KÍ spælararnir einki hava ímóti at geva seg. Tí verður tað heilt spennandi.










