Tað er ikki ofta, at tað er so dramatiskt og spennandi, sum tað var, tá ið 10-mannaførini kappaðust á Sundalagsstevnu í Kollafirði.
Tá ið tað restaðu 500 metrar, tók Vestmenningur Klaksviking, og tá ið leiðslan var eina hálva bátslongd, bendi nógv á, at tað fyri fyrstu ferð í ár skuldi verða Vestmenningur, sum vann.
Men so gekk tað, sum tað hevur gjørt fleiri ferðir áður. Klaksvíkingur hevði rimmar endaspurt, Vestmenningur og Klaksvíkingur lógu eina løtu stavn um stavn, og á síðstu metrunum eydnaðist tað í øgiligum endaspurti Klaksvíkingi at stinga stavnin framum.
Vestmenningur vísti, at tað væl ber til at ímynda sær, at tað verður spennandi og intenst í teimum kappingum, sum bíða.
Suðuroyingur var leingi væl við, og Havnarbáturin hevur onkuntíð verið aftari, enn hann var í dag.
Einki er at siga til, at lagið er gott millum mongu klaksvíkingarnar og norðoyingarnar, sum hava verið í høvuðsstaðar kommununi í dag. Teir hava fingið í posa og sekk: KÍ trý stig ímóti B36 og kappróðrarsigrar til Páll Fanga við kvinnum og Klaksvíking í Kollafirði.
10 mannafør
1 Klaksvíkingur 09:07.12
2 Vestmenningur 09:07.17
3 Suðuroyingur 09:14.04
4 Havnarbáturin 09:24.24
Støðan
1 Klaksvíkingur 21
2 Vestmenningur 17
3 Suðuroyingur 16
4 Havnarbáturin 12










