Steypafinalur
Skal nakað ávíst pláss í landinum peikast út sum sonevndur maktdepul í flogbólti, er einki at ivast í, at Klaksvíkin stendur frammaliga í røðini. Annað árið á rað eru bæði kvinnur og menn at finna í steypafinaluni, og bæði skulu tey verja heitið frá í fjør, tá farið verður á vøllin.
Tá liðini spældu finaludystirnar í fjør, vóru heilt væl av áskoðarum komnir úr Klaksvíkini, og í ár ætlar felagið at gera sítt til, at talið so avgjørt ikki verður lægri hesaferð.
Ókeypis bussferð
Mjølnir hevur nevnliga gjørt av at skipa fyri bussferð til Havnar, soleiðis at ferðingin aftur og fram skal gerast so ómaksleys sum til ber fyri áskoðararnar, og harumframt verður rómurin av áskoðarunum ofta betri, tá nógv eru í ferðalagnum.
Fyri at gera tilboðið so lokkandi sum gjørligt, skulu áskoðararnir als ikki rindað fyri bussin. Kravt verður bert, at vaksin rinda tær 50 krónurnar, sum atgongumerki til finaluna kosta, meðan børn sleppa ókeypis við.
Fyri at vita, hvussu nógvum fólkum rúmd skal vera fyri, er tó neyðgut, at tey, sum ætla sær við, boðað felagnum frá. Frá Mjølni hava vit fingið at vita, at hetta eigur at verða gjørt á tlf. 281890.
Fyrri finaludysturin ? tann hjá kvinnunum ? byrjar klokkan 14.30, og tí hava klaksvíkingarnir gjørt av, at farast skal um Leirvíksfjørð klokkan 10.30.