Klaksvíkar søga verður løgd fram hósdagin

Hósdagin klokkan 19:30 verður framløga av øðrum bindi av Klaksvíkar søgu í býráðshøllini í Klaksvík

Tað er Hans Andreas Sølvará, søgufrøðingur, sum hevur skrivað Klaksvíkar søgu, og hann fer at greiða frá um verkið.

Annað bind av Klaksvíkar søgu hevur undirheitið »Frá fríhandli til seinna heimskríggj 1856 til 1940«.


Til hátíðarløtuna fer sangbólkurin Suð at syngja, Gunvá við Keldu, borgarstjóri fer at halda røðu, og Elin Súsanna Jacobsen, lektari, Ph.D. fer at ummæla verkið, eins og høvundurin sjálvur fer at greiða frá arbeiðinum við Klaksvíkar søgu.


Høvi verður at ogna sær bókina og at fáa hana signeraða.

Bókin byrjar soleiðis: »Longu áðrenn fríhandilin varð settur í gildi í Føroyum í 1856, var ein úthandil hjá einahandlinum settur á stovn í Klaksvik. Tað var í 1838, at einahandilin setti ein av trimum úthandlum í Føroyum á stovn í Klaksvík. Vágin nordan fyri búplássið i Bø var, longu 200 ár áðrenn fríhandilin kom, ein víðakend keypmanshavn, har loynihandilsskip plagdu at leggja inn, og fólk úr øðrum bygdum og oyggjum komu til stadin at keypa og selja.«