Á býráðsfundi í kvøld varð fíggjarætlanin fyri 2014 samtykt. Hetta er fyrsta fíggjarætlanin har veruligu fingramerkini hjá nýggju býráðssamgonguni eru at hóma:
• Ansingargjøldini lækka 25%
• Systkinaavslátturin hækkar við 5% - úr 20% til 25%
• Barnafrádrátturin hækkar 500 krónur – úr 4.000 til 4.500 krónur
• Kommunuskatturin lækkar 0,25% - úr 21,75 niður í 21,50%
• Bussleið tikin í nýtslu
• Spakin settur í miðbýðarætlanina
• Uppraðfesting av vegakervinum
• Skúlabyggingin á Ziskatrøð
Íløgur í 2014
Av nýggjum íløgum er skúlabyggingin á Ziskatrøð størsta einstaka verkætlanin. Farið verður eisini undir at byggja nýtt skýlið kring vøllin á Djúpumýru, nevnt Bláa Skýlið. Skjøtil verður settur á rennibreytina.
Svimjihøllin, Badmintonhøllin og KÍ høllin standa fyri munandi umvælingum.
Hildið verður fram at gera stórar íløgur á spillivatnsøkinum. Samgongan ynskir eina reina og fríða kommunu. Tað nýggja er, at sjóhiti er vorðin partur av arbeiðinum við spillivatninum. Ætlanir eru um at sjóhiti kann nýtast til skúlarnar, hallirnar og aðrar kommunalar bygningar – fyrst í miðøkinum og við tíðini aðrastaðni við.
Vinnulívið í kommununi er í serflokki. Umstøðurnar á havnalagnum verða betraðar og víðari útgrevstur av nýggjum ídnaðarøki heldur áfram.
Saman við okkara krútsterka vinnulívi, vil haldgóður fíggjarpolitikkur, víðkaðir karmar til vinnuna og munagóð trivnaðarátøk leggja støði undir góðu gongdina við fólkavøkstri og øktum inntøkum í kommununi siga Tjóðveldi, Sjálvstýrsflokkurin og Javnaðarflokkurin í felag.
-------
Jógvan Skorheim, Borgarstjóri Steinbjørn O. Jacobsen, Varaborgarstjóri
Óluva Klettskarð, býráðslimur Signhild V. Johannesen, býraðslimur
Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur Jóhann Lützen, býráðslimur