Klaksvíkar býráð vinarbýarsamstarv við Skt. Pætursburg

Á býráðsfundi í kvøld samtykti Klaksvíkar býráð vinarbýarsamstarvið við Skt. Pætursburg. Í hesum sambandi var borgarstjórin fyrr í mánaðinum á fundi við russiska sendimanninum í Danmark.

Hetta upplýsir Klaksvíkar Býráð í tíðindaskrivi.

Sendimaður Ruslands upplýsti, at teir sóu stórar møguleikar í einum góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu og gleddu seg til at formalisera vinarbýaravtaluna. Eisini nevndi hann góða sambandi teir hava havt gjøgnum russiska konsulin í Føroyum, Árna Dam, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at knýta bond landanna millum.
Endamálið við vinarbýaravtaluni er, at býirnir knýta tættari vinarbond, so bæði vinnu-, ítróttar-, og mentanarlív kunnu njóta gott av hvørjum øðrum.

- Hetta er serliga hugsað sum eitt samband til ein av størstu marknaðunum hjá fleiri av teimum vinnlívsfyritøkunum, sum vit hava í kommununi. Hetta kann lata upp fyri nýggjum møguleikum og kann eisini gera tað lættari at samskifta við myndugleikar, tá ið møguleikar stinga seg upp, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Vit umrøddu eisini at skipa fyri einari vinnulívsferð til Skt. Pætursburg, har møguleiki eisini kann vera fyri at knýta nýggj bond millum vinnufyritøkur.

- Eisini er Skt. Pætursburg kendur fyri at vera ein mentanarbýur, og tí er upplagt at vit eisini troyta møguleikarnar við at samstarva um ymiskt, sum kann gagna mentanarlívinum í býnum báðum, sigur borgarstjórin.

Eftir ætlan verður vinarbýaravtalan endaliga avgreidd av býráðnum seinast í november, og undirskrivað so skjótt til ber.