Klaksvík fingið nýtt hondbóltsfelag

Í farnu viku var eitt nýtt ítróttarfelag upptikið sum limur í ÍSF. Tað var felagið Team Klaksvík, sum er eitt nýstovnað hondbóltsfelag. Felagið ætlar at hava manslið við í kappingini í vetur.  Formaðurin í Team Klaksvík, Fríðin Ziskason, sigur við Norðlýsið, at høvuðsorðsøkin til, at teir fóru undir at stovna nýtt felag var, at teir ikki sleppa at spæla hondbólt í Stjørnuni. - Tað er eingin loyna at Stjørnan ikki hevur loyvt mannfólkahondbólti seinastu árini, sigur hann.
Nevndin fyri nýggja felagið er mannað soleiðis: Fríðin Ziskason, formaður, Niclas Niclasen, kassameistari, Meinhardt Joensen og Kristian Andreasen.