Klaksvík:
Ein skuldi trúð, at nærum allar fyritøkur, stovnar og virki hava heimasíður. Ja, enntá privatpersónar hava eina. Men tá ein skrivar www.klaksvik.fo kemur bara ein fyribils síða fram, har tað stendur, at nýggj heimasíða er í gerð.
Og soleiðis hevur tað sæð út í meira enn tvey ár. Kritikkurin millum fólk hevur verið nógvur, og tey eru mong, sum halda tað er stór skomm, at næststørsta kommunan í landinum ikki hevur eina heimasíðu.
Hesum tekur John Færø, býráðsskrivari undir við.
? Tað er ein grúulig skomm, men nú verður arbeitt miðvíst við henni, og vænta vit, at hon verður klár í leypi av summarinum, sigur hann.
Raðfesting
John Færø sigur, at hann dugir ikki at siga, hví tað hevur drigið so langt út við at fáa eina heimasíðu til Klaksvíkar kommunu, men hann viðgongur tó, at tað kann vera ein spurningur um raðfesting.
? Øll hava so nógv at gera, og tískil hevur tað gingið sera striltið við at fáa hana upp á beinini, sigur hann.
Seinastu tíðina hevur ein bólkur tó arbeitt við heimasíðuni og við at útvega tilfar til hana. Tað er við at koma undir land, og nú er ein persónur settur at leggja alt tilfarið inn á hana.
Forritið til síðuna er keypt, og tilfarið er har, so nú skuldi tað bert verið ein spurningur um tíð, inntil ein heimasíða verður tøk.
Boðskipan
Umframt upplýsingar um allar stovnarnar og so framvegis, er eisini ætlanin hjá kommuni, at heimasíðan skal virka sum ein boðskipan. Til dømis nevnir John, at býráðsskráin verður løgd út á hana, so at tað verður lættari hjá teimum, ið hava áhuga fyri henni, at síggja hana.
Eisini verða onnur tíðindi ella boð løgd út á heimasíðuna.
Fyri nøkrum árum síðani hevði Klaksvíkar kommuna eina heimasíðu, men hon var als ikki nøktandi, sambært býráðsskrivaranum, og tí varð hon tikin burtur aftur.
? Har var bert ein heilsa frá borgarstjóranum og onkrir upplýsingar, men hon var ikki serliga víttfevnandi, greiðir John frá.
Men so er spurningurin, hvat er verri. At hava eina heimasíðu, sum ikki er so víttfevnandi ella slettis onga.
? Eg kann bara siga, at tað hevur gingið striltið, men nú kemur hon skjótt. Og tá skal hon eisini røktast, tí eitt er at tveita eina heimasíðu út, og eitt annað er at halda hana við líka, sigur John Færø, býráðsskrivari í Klaksvíkar kommunu.