Klaksvík fær ídnaðarøki

Kommunan arbeiðir í løtuni við eini ætlan um at gera eitt stórt ídnaðarøki á Strond.

Sambært Norðlýsinum hevur kommunan fleiri umsóknir liggjandi um øki til ídnað, og tí er avgjørt at útvega eitt 25.000 fermetrar stórt øki beinanvegin. Við blaðið sigur formaðurin í teknisku nevnd, Kristian Fríðrik Olsen, at økið er í tveimum, til tær ymisku støddirnar av fyritøkum. 

– Vit hava nakrar umsóknir, men her er pláss fyri fleiri. So um eitt virki vil skjótt í gongd, so er gyltur møguleiki at gera vart við seg nú, tí vit ætla at sleppa í gongd áðrenn summarfrítíðina um tað ber til, sigur nevndarformaðurin.