Klaksvík -ein vinnarakommuna

Í hesum valskeiði hevur kommunan lagt orku í og sett fitt av peningi av til at kanna, hvussu kommunan er, átti at verið og einaferð skal verða. Arbeiðið er lagt í at nýhugsa Klaksvíkina, tí vit vilja vaksa og vinna!
Vita heldur enn gita
Fyri at vita heldur enn gita varð farið til verka. Fyrst samtyktu vit at fara undir trivnaðarætlan, har spurt var í býnum, hvussu vinnulív, mentanarlív og borgarar sóu kommununa og hvørjar ætlanir og tankar kundu skapa eina betri kommunu og trivnað í økinum/Klaksvík. Harnæst varð skipað fyri eini uttanhýsis kanning av sjálvari skipanini í býráðnum: hvussu virkar arbeiðið í húsinum, hvussu ber til at umskipa og fáa størri gagn av tilfeingi, og hvussu vilja vit hava umsiting og politiska arbeiði at virka betur. Og at enda skipaði býráðið fyri einari stórari arkitektakapping at skipa miðbýin betri og hugnaligari, so trivnaður og virksemi koma í hásæti.
Hetta eru arbeiði, samt býráð hevur staðið saman um –hesi eru vital økið, ið eru alneyðug, skal Klaksvíkin og kommuna vera við í hørðu kappingini um tilfeingi og fólkavøkstur.
Fólk trívast –men ikki nóg væl
Sum er, so vísa tølini ikki, at vit hava afturgongd í fólkatalinum í mun til aðrar partar av landinum. Ein orsøk er helst, at ungfólk støðast í størri mun, nú koyrandi er til Havnar dagliga. Tað ber til at lesa á Fróðskaparsetrinum og øðrum lærustovnum og koma aftur og fram dagliga uttan alt ov nógv hóvasták. Og tað ber til at hava eitt arbeiðið uttan fyri kommununa og koma til hús hvørt kvøld. Men hesi fólk leggja nógv fyri at vera verandi í kommununi. Tí eigur kommunan at taka sær væl og virðiliga av sínum borgarum og skapa trivnað, so hesin bólkur framhaldandi fer at trívast í býnum, eins og aðrir bólkar fara at støðast betur.
Framhaldandi arbeiði
Úrslitini av trivnaðararbeiðinum í hesi býráðssetu eru nú øll tøk. Nú vita vit hampiliga væl, hvussu støðan er. Og eftir er so at taka tey tøk, ið eru neyðug til tess at fáa nakað burtur úr hesum forarbeiðinum, sum nú er gjørt. Eru vit ikki sinnað at nýskipa, so er arbeiðið farið fyri skeyti, og fitt av peningi burturspiltur. Hinvegin, vilja vit og tora vit at ganga plankan út, so kunnu vit fáa ein bý og eitt umhvørvi, sum borgarin kann vera nøgdur við. Í míni verð er ongin ivi um, at Klaksvíkar kommuna eigur at satsa upp á fasilitetirnar, ið skapa trivnað og í størri mun hugsa um, hvussu tilboðini til borgaran geva bestu meining.
Samstarv og felagsskapur
Men avgerandi neyðugt fyri Klaksvíkina er samstarv. Til tess at náa úrslitum og røkka settum ætlanum, so má øll nýhugsan eiga rúmd í politiska arbeiðinum. Tað er uppgávan hjá einum borgarstjóra at hava format til at skapa eitt rúmligt samfelag, eitt virðiligt samstarv innanhýsis og at syrgja fyri at býráðslimir og umsiting samstarva og trívast, og trivnaðurin í býnum økist. Tí tað eru ikki hissini tøk, ið eru neyðug, skal stóra miðbýarætlanin rigga. Og skulu vit orka, so er neyðugt at allir partar í kommununi spæla við.
Arbeiðið at gerast ein vinnarakommuna liggur í býráðshúsinum. Tað er býráðshúsið –umsiting og borgarstjóri, sum hava ábyrgd av, at tænastan til borgaran er á hædd við tað, borgarin og kommuna ynskja og at samskipa tað arbeiðið, ið skal gerast.
Størsta og fremsta virki framyvir verður at sameina fólk og bý til at náa settu málunum!