Í góðveðrinum fyri døgurða fór frystilínuskipið Klakkur av vánni í Klaksvík. Nú hava teir sett kós yvir á Flemish Cap. Skipari henda túrin er Bethuel Johannesen, og manningin telur 16.
Tað eru 1600 fjórðingar yvir á Flemish Cap. Hvussu langa tíð tað fer at taka at sigla langa teinin vestur, valdast sjálvandi um, hvussu veðrið verður, men tað plagar at verða roknað við, at ferðin yvir tekur 8-9 samdøgur.
Nú eru tvey frystilínuskip úr Klaksvík á veg yvir á Flemish Cap. Ågot fór av Klaksvík triðja jólakvøld. Manningin telur 14, og Hjaltur Poulsen er skipari.










