Klæmint og Karstin vóru bjargingarmenn

Við fleiri framúr bjargingum syrgdi NSÍ málverjin síðstu løtuna fyri, at skálamenn hava alla orsøk at vera sera vónbrotnir eftir tepurt tap

Karstin Hansen loftar bóltinum, og Klæmint A. Olsen, sum skoraði bæði NSÍ málini, er klárur at hjálpa málverjanum

Millum mongu tiltøkini á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu var grannauppgerðin í fótbólti millum feløgini í kommununi – NSÍ og Skála.

 

Í góðveðrinum við Løkina eydnaðist tað illa sperda NSÍ at vinna 2-1.

 

Síðstu longu løtuna var talan um øgiligt trýst ímóti heimamálinum. Skálamenn eru fínir fótbóltsspælarar. Teir eru góðir við bóltinum, teir flyta seg væl fyri hvørjum øðrum, og sum seinni hálvleikur leið spældu teir seg aftur og aftur í góðar støður í NSÍ brotsteiginum.

 

NSÍ hevði fimm í verjuni, og sum seinni hálvleikur leið var luturin hjá teimum at vinna luftdystir og sparka burtur, áðrenn skálamenn aftur settu teir undir trýst.

 

Tveir minuttir eftir steðgin umsetti Jan Ingason Hansen brotsspark til 2-1, og so varð bíðað eftir, at tað skuldi eydnast gestunum at javna. Tað eydnaðist ikki. Hesar seinastu tríggjar ferðirnar hevur Karstin Hansen vart málið hjá NSÍ. Í dag var hann framúr, og síðstu løtuna bjargaði hann tríggjar ferðir, tá ið bólturin varð sendur imóti málinum úr heilt stuttari fjarstøðu.

 

-Vit iðra okkum, tí í fyrra hálvleiki fóru tvey púra óneyðug mál ígjøgnum, og sum tað leið, so spældu vit okkum til heilt góðar møguleikar. Skulu vit síggja tað ljósa í tapinum, so er tað, at vit megnaðu væl í seinna hálvleiki at mynda spælið. Vit spældu okkum eisini til møguleikar, og vit halda okkum hava nakað at hava tað í, tá ið vit rokna við úrtøku leygardagin, tá ið vit fáa vitjan av EB/Streymi, sigur Skála liðformaðurin Teitur R. Joensen.

 

At tað í fyrra hálvleiki eydnaðist NSÍ at skora tvey mál komst fyrst og fremst av, at landsliðsspælarin og liðformaðurin Klæmint A. Olsen av álvara hevur fokuserað kanónina.

 

Eitt korter var farið, tá ið hann eftir horna úr vinstru frá Kristian Andersen var púra leysur og mitt fyri málinum og við høvdinum setti bóltin í málið. Og ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Klæmint var árvakin. Staddur tíggju metrar frammanfyri miðstrikuna og heilt í høgru sá hann, at Skála málverjin var staddur nakað uttarlaga. Klæmint smekkaði til, og bólturin sigldi omanfyri málverjan og í netið.

 

So var 2-0, tá ið teir í góðveðrinum fóru at hvíla seg, men Skála svaraði aftur beinanvegin eftir steðgin, og so var tað øgiliga spennandi, inntil dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

NSÍ var verjukent, og skálamenn vóru mest á bóltinum. Men máltalvan vísir 2-1, og lættin í gulu leguni er stórur um trý stig, og at tað nú eru fimm stig til botnstrikuna. Skálamenn eru aftast, og teir bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum. Tað eigur at kennast órógvandi, at tað í spæli ikki eydnaðist at umseta yvirvág og nógvar góðar støður og fleiri møguleikar til mál. Men Skála avrikið í dag bendi ikki á, at liðið er upplagt evni at flyta niður.

 

 

 

NSÍ – Skála 2-1 (2-0)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 16.

 

2-0: Klæmint A. Olsen 27.

 

2-1: Jan Ingason Hansen br 47.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Albert Róin Johannesen, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv, Pætur Turiðarson Skipanes – Kristian Andersen, Betuel Hansen, Beinir Nolsøe – Hans Marius Davidsen, Klæmint A. Olsen

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Teitur R. Joensen, Jákup Jakobsen, Vukasin Tomic, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Steinbjørn Olsen – Poul Kallsberg, Emil W. Joensen, Andreas Egeberg Jacobsen – Jan Ingason Hansen

 

Karstin Hansen loftar bóltinum, og Klæmint A. Olsen, sum skoraði bæði NSÍ málini, er klárur at hjálpa málverjanum