Sambært heimasíðuni hjá Faroesoccer, so er toppskjúttin í Effo-deildini, Klæmint A. Olsen, klárt tann vandamiklasti leikarin í Effo-deildini fyrsta triðingin. Við 12 málum í 9 dystum, er Klæmint toppskjútti í Effo-deildini. Sambært yvirlitinum hjá Faroesoccer, skorar Klæmint í miðal 1,33 mál fyri hvønn dystin, ið hann spælir.
Nummar tvey á yvirlitinum á faroesoccer, er samstundis eisini nummar tvey á toppskjúttaralistanum, Finnur Justinussen, ið skorar 0,89 mál pr dyst í Effo-deildini.
Sambært yvirlitinum hjá Faroesoccer, sær topp 5 listin soleiðis út:
1. Klæmint Olsen (NSÍ) – 9 dystir, 12 mál = 1,33 mál pr dyst
2. Finnur Justinussen (Víkingur) – 9 dystir, 8 mál = 0,89 mál pr dyst
3. Arnbjørn Hansen (HB) – 5 dystir, 4 mál = 0,80 mál pr dyst
4. Gunnar Vatnhamar (Víkingur) – 4 dystir, 3 mál = 0,75 mál pr dyst
5. Pál Mohr Joensen (HB) – 3 dystir, 2 mál = 0,67 mál pr dyst