Klæmint byrjar inni

Fyri fyrstu ferð byrjar toppskjúttin í føroyskum fótbólti inni á landsliðnum

Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti finnum. Atli Gregersen avloysir Odmar Færø, meðan Klæmint A. Olsen avloysir Jóan Símun Edmundsson, ið er leikbannaður

 

Rás2 sigur landsdystinum millum Finnland og Føroyar

 

Í kvøld klokkan 19:45 fer føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur. Hesaferð á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki, har Finnland tekur ímóti.

 

Les eisini:(Ljóðsamrøða við Lars Olsen) Atli Gregersen byjrar inni

 

Fyrireikingarnar til dystin hava gingið væl, og umstøðurnar hjá føroyska hópinum í Finnlandi hava verið góðar. Á middegi var seinasti spælarafundurin á skránni, og tá var navn sett á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum.

 

Les eisini:Kona Klæmint skal eiga

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Sørensen.

 

Les eisini:Klæmint er við

 

Á føroyska miðvøllinum verða Fróði Benjaminsen, Brandur Olsen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar og Christian Lamhauge Holst. Fremsti maður verður toppskjúttin í Effo-deildini, Klæmint A. Olsen, ið avloysir Jóan Símun Edmundsson.

 

EM-undankappingardysturin millum Finnland og Føroyar byrjar klokkan 19:45, føroyska tíð. Rás2 sigur frá av Olympiska Leikvøllinum í Helsinki.