Klárt at kika í Mykinesi

Nú er ikki neyðugt at ganga niður í lundalandið, fyri at síggja lundan

 


Tórshavnar Rotary Klubbi hevur sett kikara upp á Rógvuni í Mykinesi.

Við kikaranum er møguligt at síggja niður í lundalandið, og at síggja súluberg uttan at fara út í Hólman.

Tórshavnar Rotary Klubbi skrivar í tíðindaskrivi, at limirnir í klubbanum hava gjørt arbeiðið í samstarvi við fólk í Mykinesi og tyrludeildina hjá Atlantic Airways.

Tað er ókeypis at nýta nýggja kikaran.