Helst vóru tað nøkur, sum hildu, at tað var skeivur persónur, sum tók í móti virðislønini fyri ársins YouTube video. Í øllum førum eru tað ikki eins nógv, ið kenna andlitið á Allan Sonna Joensen, sum tey gera á sjálvum Effo-dronginum John Sigurd Petersen. Men Allan Sonny er maðurin handan myndatólið, tá sjónbondini um tiltikna Effo-drongin verða gjørd, og tískil minst líka umráðandi partur av skemtiligu og einføldu lýsingunum har vesturi frá.
- John Sigurd er farin at halda jól saman við familjuni, og eru tey í løtuni í báti í Kina. Hann hevði fegin viljað verið her í kvøld og er keddur um, at hann ikki kundi koma, greiddi Allan Sonny frá, tá verturin á Rás2 spurdi eftir hinum partinum av tiltiknu sjónbondunum.
Tað kom eisini heilt óvart á teir báðar, at teir vóru tilnevndir til ársins YouTube video á Planet Awards.
- Tað høvdu vit ikki roknað við, so er bleiv heilt kløkkur, tá eg sá tað á Portalinum, at vit vóru millum tey tilnevndu. Samstundis gjørdust vit sera spentir, segði Allan Sonny Joensen, ið beinanvegin ringdi til John Sigurd og fortaldi honum, at teir vóru millum teir tilnevndu.
Hini bæði tilnevndu sjónbondini vóru Mariuhønan Sonnhard og Klæmint Klakk. Tveir verdugir kappingarneytar sambært Allan Sonna.
- Klæmint Klakk hevur eisini verið eitt sindur av eini inspiratión hjá okkum, segði Allan Sonny Joensen, sum at enda lovaði, at tað koma fleiri sjónbond frá honum og John Sigurd.
- John Sigurd fekk eitt nýtt kamera og tað var byrjanin hjá okkum. Vit royndu okkum fram og sóu, at tað ikki var perfekt og at tað var nokk so stuttligt. So koyrdu vit tað bara út. Beint nú hava vit so hildið eitt sindur av jólaferiu, men vit ætla at gera meira video, sigur Allan Sonny Joensen.
Effo-støðin verður helst karmur um næstu sjónbondini, viðgekk Allan Sonny, men framyvir verður tað undir heitinum Sølubúðin í Sørvági, tí teir ikki kunnu brúka heiti Effo-støðin, tá Effo ikki eigur sjálva støðina, greiddi Allan Sonny frá.









