Einasti heiðurin, sum longu frammanundan var avgjørdur til ársins-tiltakið á Hotel Føroyum í kvøld, var tann vælkendu gullskógvurin, ið verður latin til toppskjúttarnar í føroyskum fótbólti.
Hjá monnum var tað Klæmint A. Olsen úr NSÍ, sum vann skógvin. Hetta er fjórða árið á rað, at hann er toppskjútti í Effodeildini, har hann í ár skeyt 23 mál.
Hjá kvinnum var tað Milja R. Simonsen úr HB, sum í ár fekk gullskógvin. Hon skeyt heili 25 mál, sum vóru seks fleiri enn Margunn Lindholm hjá EBS/Skála.