TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Kjartan Johansen, føroyskan U20 landsliðsspælara, aftaná 17-21 (8-8) tapið hjá føroyska liðnum ímóti Makedonia í EM-undankappingini, sum verður spæld í Sveis í hesum døgum.
Vit hava okkum sjálvum fyri at takka, staðfestir Kjartan Johansen. Eisini hann er fullvitandi um, at tá so opnar málmøguleikar verða brendir, so er ringt at vinna ein dyst.
Kjartan Johansen sá eins og allir aðrir føroyingar, ið sóu dystin á staðnum, ella gjøgnum stroymingina nakrar løgnar dømingar hjá kosovanska dómaraparinum, men føroyska liðið hevði kortini nóg mikið av málmøguleikum til at avgera tað til sín fyrimun.
Í morgin spæla Kjartan Johansen og liðfelagarnir ímóti vertslandinum, Sveis. Dysturin byrjar klokkan 12. Hilmar Jan sigur frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 11.50.