Sunnudagin verður Kjartan Mørkøre, fyrrverandi prestur í Havn, 75 ár. Kjartan er klaksvíkingur, men hevur seinastu 33 árini búð í Havn.
Kjartan Mørkøre er giftur við Elin, fyrrverandi lækna, og tey eiga børnini Jógvan, Katrin og Birnu. Eisini eiga tey seks ommu og abbabørn, sum mangan vitja í heiminum í Brøttulíð.
Í 1998 fór Kjartan Mørkøre frá sum prestur við Vesturkirkjuna í Havn, og nú fer nógv tíð við at ganga úti í náttúruni, eins og honum dámar væl at fara ein túr í fjørðin.
Sjálvan føðingardagin hava Kjartan og Elin opið hús í heiminum frá klokkan eitt til fimm, og seinni um kvøldið verður døgurði fyri teimum nærmastu á einum av gistingarhúsunum í býnum.