Kjartan hevndi seg inn á Fyllingen

Kjartan Johansen var dagsins leikari tá ið lið hansara Viking Stavanger vann steypadyst móti fyrrverandi felagnum hjá Kjartani.

Norska hondbóltskappingin er farin í gongd og sostatt eru Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal byrjaðir at spæla dystir við felagi sínum, Viking Stavanger.

Teir høvdu longu vunnið stórsigur í ein steypadysti móti einum felagi úr lægri deildunum, men í dag skuldu teir veruliga í eldin, tá ið dystur móti Fyllingen Bergen í bestu deildini var á skránni.

 

Helgi Hildarson Hoydal stríðist enn við ein skaða og sat millum áskoðararnar. Har sá hann liðfelagarnar spæla ein branddyst, har ið Viking var frammanfyri allan dystin. Tað eydnaðist Fyllingen at minka um munin niður í endaligu støðuna 33-32, men sigurin hjá Viking var ongantíð í vanda.

 

Hin føroyingurin í felagnum, Kjartan Johansen, stóð fyri nógvum av álopsspælinum hjá Viking. Tað var hann, ið legði fyrsta trýstið, og hann fekk sjálvur eisini seks mál. Eftir dystin var hann kosin til dagsins leikara.

 

Tað var ein fegin Kjartan Johansen, ið In.fo prátaði við eftir dystin.

 - Hetta var avbera stuttligt, sigur dagsins leikari og vandar sær um málið.

 

Strandingurin greiðir víðari frá at hetta var ein fantastisk hevnd inn á gamla felagið Fyllingen, har hann og tríggir aðrir leikarir í Viking áður hava spælt.

Tað vóru eisini nakrir vónsviknir Fyllingen-leikarir, ið máttu ynskja Kjartani Johansen til lukku við sigrinum, ið fegnast um at hava prógvað seg fyri bæði fyrrverandi og núverandi felagi sínum.

 

Bæði Kjartan Johansen og Helgi Hildarson Hoydal vóru fyrr í dag kallaðir inn til A-landsliðið.