Kjakið er lítið sakligt

Alt ov ofta verður lagt eftir persóninum, heldur enn at halda seg til evnið í einum kjakið, heldur Annika Olsen, løgtingslimur.

Miðlahúsið hevur seinastu vikurnar varpað ljós á kjakmentanina í Føroyum, serliga á sosialu miðlunum og tíðindaportalunum.

 

Í Vikuskiftissosialinum hesa vikuna, hava vit spurt nakrar løgtingslimir, hvussu tey uppliva kjakið. Annika Olsen, løgtingskvinna og fyrrverandi landsstýriskvinna, hevur fingið manga skolu oman yvir sín kropp, bæði meðan hon sat sum landsstýriskvinna og kanska ikki minst, tá hon stutt eftir valið fóru úr Fólkaflokkinum, upp í Framsókn, úr Framsókn og upp aftur í Fólkaflokkin eftir stuttari tíð.

 

Annika Olsen heldur at tað eyðkennir føroysku kjakmentanina, at hon er lítið saklig og lítið undirbygd.

 

- Eg veit væl, at eg má sjálv taka ábyrgd av tí, eg havi gjørt og taka tað á mín kappa. Eg skilji væl, at fólk gjørdust firtin, tá eg skifti flokk, og beri als ikki agg til nakran um ta tíðina, men tað var sera rokaligt, tá harðast leikaði á, sigur hon.

 

Annika Olsen heldur, at kjakið á Facebook og føroysku portalunum er oyðileggjandi fyri føroyska fólkaræðið. Ljóta kjakið ger bæði, at nógv halda seg aftur frá at siga sína meining, samstundis sum at politikkarar aftra seg við at leggja upp til kjak. Hon ivast ikki í, at harði tónin fær fólk at setast aftur.

- Mín tollyndismark er kanska hægri enn hjá øðrum, nú eg havi verið á politiska leikvøllinum so leingi, men eg ivist ikki í, at fólk halda sær aftur. Eg haldi tað er stak óheppið, tí at nýggj unna sær kanska ikki at skriva eitt lesarabræv, tí at tey óttast viðmerkingarnar, sum fara at koma, sigur Annika Olsen.

 

 

- Vit garvaðu vita, hvør svarar, tað eru teir vanligu viðmerkjararnir, og vit leggja kanska ikki so nógv í tað. Eg minnist tó, at eg tók mær tað nær fyrstu tíðina, sigur løgtingskvinnan hjá Fólkaflokkinum.

 

- Eg haldi tó als ikki, at vit politikkarar skulu lata alt um okkum ganga. Tað eru nógvar viðmerkingar, sum heilt víst fara um mark og eg gleðist um, at nakrir føroyskir miðlar eru meiri virknir við at strika ljótar, ósakligar viðmerkingar á sínum heimasíðum. Tær fremja kortini ikki fólkaræðið, sigur Annika Olsen.

 

Les hvat annað, Annika Olsen og aðrir løgtingslimir halda um føroysku kjakmentanina í Vikuskiftissosialinum.