Kjakfundur um trúgv og vísund

Hóskvøldið 15. mai 2008 kl. 20 skipar samkoman Lívdin í Hoyvík fyri

kjakfundi um trúgv og vísund í hølunum hjá Lívdini á Brekku 3 í Hoyvík.

Evnið á kjakfundinum verður “Trúgv og vísund – avbjóðingar og møguleikar”við undirheitinum: Hvussu kunnu vit liva okkara trúgv í modernaða samfelagnum á ein skynsaman hátt?


Tað vera teir báðir Dánjal Jákup Jacobsen, Ph.D. í gagnnýttari støddfrøi, og

Poul F. Guttesen, Ph.D. í gudfrøði og bíbilskari gransking, sum fara at hava hvør

sína framløgu um vísindaliga ástøði, ið teir arbeiða á, og hvussu hetta

ávirkar trúgv teirra.


Aftaná verður høvi at seta spurningar til Dánjal Jákup og Poul, og møguleiki

verður hjá áhoyrarunum at taka lut í kjakinum.


Fundurin er tann næsti í eini røð. Tann fyrri var hóskvøldið 21. februar

2008, har evnið var trúgv og politikkur.


Kjakfundurin verður í hølunum hjá Lívdini á Brekku 3. Í bygninginum

aftan fyri MBM-bygningin í Hoyvík.