Í kvøld kl. 19.30 verður kjakfundur um ætlaða pensjónsreformin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við pallborðið sita Sonja Jógvansdóttir, Samtak; Kári Petersen, búskaparfrøðingur; Sigvald Kristiansen, Føroya Pensionistafelag, og Jóannesi Ejdesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Av tí at talan er um rættiliga umfatandi mál, rokna fyrireikararnir við góðari uppmøting eisini frá politisku flokkunum. Høvi verður nevniliga at kunna um sína egnu støðu og at varpa ljós á føroysk pensjónsviðurskifti sum heild.
Fyrireikararnir vóna, at fundurin fer at elva til alment kjak um, hvussu pensjónsviðurskiftini skulu skipast framyvir.