Kjakast um skattanýskipan

Ætlaða skattanýskipanin hjá landsstýrinum verður evnið, sum pallporðskjakið á vinnudegnum fer at snúgva seg um.

 

Landsstýrið hevur ført fram, at teirra ætlan er at lækka skattin á arbeiðsinntøku, samstundis sum inntøkugrundarlagið skal breiðkast, so at landið fær fleiri inntøkur.

 

Við í orðaskiftinum verða Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone og Kári Petersen, búskaparfrøðingur. Kjakinum fara Stefan í Skorini og Jón Brian Hvidtfeldt at stýra. Vinnuhúsið vónar, at kjakið fer at geva bæði vinnulívsfólki, politikarum og vanligum borgarum nakað at hugsa um, og at kjakið um hetta evnið eisini stendur við eftir sjálvan vinnudagin, sum verður nú fríggjadagin.