Kjakast aftur um vápnalóggávuna

Skotini í einari biohøll í amerikanska statinum Colorado, sum kravdu 12 mannalív og særdu 50 onnur, hava enn eina ferð fingið amerikanararnar at kjakast um landsins vápnalóggávu.

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, sum er íðin talsmaður fyri at herða lóggávuna, hevur biðið Barack Obama og Mitt Romney taka vápnalóggávuna upp í valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst.

-Kanska er tíðin nú komin, at teir báðir, sum vilja hava amerikanska forsetaembætið, siga okkum, hvat teir ætla sær at gera við hetta, tí tað er heilt týðiligt, at hetta er ein landsumfatandi trupulleiki, sigur Michael Bloomberg sambært tíðindastovuni AFP.

Talsmenn hjá Hvítu Húsunum siga, at forsetin heldur tað vera umráðandi at verja grundlógina, sum gevur øllum loyvi til at bera vápn, men at tað samstundis er neyðugt at forða fyri, at tey, sum ikki eiga at fáa vápn, fáa fatur á teimum.

Hagtøl hjá amerikonsku myndugleikunum vísa, at á hvørjum ári doyggja umleið 31.500 amerikanarar av skotum.