Í kvøld klokkan 19 fara leiðandi politikarar, vinnulívsfólk og fyrrverandi politikarar at seta hvørjum øðrum stevnu og tosa um fiskivinnunýskipanina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Á nýggjárinum fara øll veiðiloyvi úr gildi, men samgongan arbeiðir framvegis við tí fiskivinnunýskipan, sum skal koma í staðin. Politiska telvingin, sum skal finna meirilutan at bera nýskipanina gjøgnum løgtingið, er ikki liðug enn. Stóru reiðaríini hava reist nógvar spurningar um fiskivinnupolitisku kósina hjá landsstýrinum, reiðaríini eru framvegis sera ivasom, og nú tíðin styttist til nýggjárs, biðja tey beinleiðis um timeout.
Á stórum fundi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði verður støðan viðgjørd, og her fáa politiska skipanin og vinnan møguleikan at kjakast beinleiðis yvir um borðið. Við á fundinum eru formenninir í samgonguflokkunum og stóru andstøðuflokkunum á løgtingi – Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Poul Michelsen, Bárður Nielsen og Jørgen Niclasen, skrivar Mentanarhúsið í Fuglafirði á heimasíðu síni.
Mentanarhúsið boðar frá, at vinnan er umboðað av Anfinni Olsen, stjóra í Framherja og formanni í Reiðarafelagnum, Hanusi Hansen, stjóra í JFK-samtakinum, umboð fyri Varðan og umboð fyri Christian í Grótinum og Norðborg, og Ludvík við Stein, útgerðarmanni á fleiri fiskiskipum.
Eisini fara royndir, fyrrverandi politikarar at umrøða politiska handverkið. Teir eru Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Bjarni Djurholm.
Kvøldið verður skipað við kjaki, hólmgongum og eygleiðingum. Kjakast verður um týdningin av nýskipanini og um verandi uppskot nú eisini tryggjar ta atkomiligheit til fiskivinnuna, ið landsstýrið lovar – umframt ta tilfeingisrentu, ið landsstýrið ynskir.
Í hólmgongu fara politikari og vinnulívsmaður at kjakast um rationalisering og effektivisering av flotanum, kontra ynski um atgongd at fiska og bjóða seg framat.
Í aðrari hólmgongu kjakast politikari og vinnulívsmaður um, hví fiskivinnan skal hava so grundleggjandi øðrvísi fortreytir at virka undir, sammett við alivinnuna.
Triðja hólmgongan er eitt ideologiskt kjak millum tveir politikarar um ta fiskivinnupolitisku kós, sum eftir teirra tykki er best fyri føroyska samfelagið, skrivar Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Tað eru Fuglafjarðar Kommuna og Mentanarhúsið í Fuglafirði, sum skipa fyri almenna fundinum. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.