Tað er greið boðskapurin frá trimum útisetum, sum hósdagin skiftu orð um Fróðskaparsetrið.
Tvey teirra, Ann Kristina Svabo Simonsen og Esbern Patursson, hava bæði lisi á Setrinum og lata væl at. Tó eru tey samd um, at tað hevði gagnað samfelagnum og Setrinum, um Setrið varð savnað í ein miðdepil - og hvat er betri hóskandi enn at leggja Setrið saman við Skúladeplinum í Marknagrøv, spyrja tey.
Sveinur Dam vitjaði eisini rásarúmið hjá Ghetto Føroyar í Keypmannahavn, og hann lesur í hesum døgum útbúgvingarvísund. Sveinur Dam heldur, at Fróðskaparsetrið skal gerast eitt kul stað, sum ung fólk hava virðing fyri, og halda vera spennandi.
Tað er tað ikki í dag, og høvuðsorsøkin til tað er, at Setrið ikki er í einum bygningi - einum depli, sum sæst aftur í samfelagnum.
Hoyr orðaskifti frá Ghetto Føroyar her: