Seinnapartin í dag verður kjak á Rás2 um fyrimunir og vansar við at kommunurnar yvirtaka eldraøkið.
Ætlanin um at lata kommunurnar yvirtaka eldraøkið er til viðgerar í Løgtinginum í hesum døgum.
Hetta er eisini evnið í beinleiðis kjaksending, sum Óli Breckmann skipar fyri á Rás2 klokkan 16 í dag.
Tað er Annika Olsen, sum umsitur málið í landsstýrinum og verður tað samtykt, merkir tað, at kommunurnar yvirtaka ábyrgd av fyrisiting og fígging av eldrarøktini.
Yvir 350 milliónir krónur, ella 1/6 av øllum útreiðslunum til almannamál, fylgja við yvirtøkuni og hetta er sostatt ein av heilt stóru nýskipanunum í politisku søgu okkara.
- Spenningurin á tingi og í kommunustýrunum, ja eisini millum okkara eldru og teirra avvarðandi kring landið, er stórur, sigur Óli Breckmann.
- Tey ivasomu, og fjáltraðu, spyrja um kommunurnar klára hesa stóru avbjóðing, um tær vera førar fyri at veita áleið sama tænastustig í eldrarøktini sum higartil, og um tænastustigið verður ójavnt frá øki til øki.
Eitt annað ivamál er um kommunurnar klára at skipa seg í hóskandi samstarvsøki til at møta krøvunum frá teim eldru og teirra avvarðandi til somu tænastu sum higartil.
- Tey bjartskygdu ivast ikki í, at hendan flyting av eldraøkinum frá landi til kommunur, fer at eydnast til fulnar.
Tey ivast ikki í, at tað fer at eydnast líka væl, sum tá ið kommunurnar yvirtóku almennu barnaansingina frá landinum fyri skjótt 15 árum síðan.
- Tað var sum broyting frá nátt til dag. Tá varð barnaansingin fullførd.
- Sum vant eru tveir partar: Í øðrum partinum eru tey, sum stúra fyri trupulleikunum, og í hinum partinum eru tey, sum bretta upp um ermar fyri at taka móti avbjóðingini og fáa hesa nýskipan á eldraøkinum til at eydnast.
Í kjaksendingini klokkan 16 í dag hevur Óli Breckmann fingið eitt pallborð at viðgera málið. Við pallborðið sita Annika Olsen, landstýriskvinna, Sirið Stenberg, býráðslimur í Vági, løgtingskvinna og framsøgufólk fyri Tjóðveldi í almannamálum, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík. |