Kjak á Rás2 um flóttafólk til Føroya

Hvat gera vit, nú løgmaður hevur reist spurningin um at Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki

Skulu føroyingar taka ímóti flóttafólki?

Tað er spurningurin, løgmaður reisti í nýggjársrøðu síni.

Og tað er eisini spurningurin, sum verður umrøddur í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.

Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Gunnvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Rodmundur Nielsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og Katrin Dam á Neystabø, skrivaði hjá Amnesty International í Føroyum

 

Í kristnum jólahýri tveitt løgmaður ein bólt upp til Føroya fólk og beyð inn til eitt politiskt kjak um skyldu føroyinga at taka ímóti flóttum uttan úr heimi, staðfestir Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum.
 - Danmark hevur drúgvar royndir sum flóttafólkaland, men Føroyar ongar royndir.


 
- Grundgeving fyri síni áheitan til føroyingar um at ”gloppa hurðina” fyri flóttafólki, fann løgmaður í Matteusar evangelium og sum væntað meldaði Amnesty International Føroya deild straks út, at innbjóðingin hjá løgmanni gevur Amnesty International eina vón um at Føroyar og flóttafólk verða sett á politisku dagsskránna.
 

Eisini sigur Amnesty, at Føroyar eiga at stafesta eina abyrgd og at vit, eftir førimuni, eiga at vera við í humanitera arbeiðnum fyri heimsins mest neyðstøddu fólkum.
  
Hvussu hevur so politiska skipanin og flokkar á tingi so tikið ímóti áheitan løgmans um at kanna, hvussu Føroyar kunnu taka ímóti flóttafólki úr krígsherjaðum økjum?
 

Jørgen Niclasen svaraði, at Fólkaflokkurin helt tað vera rættari at økja peningajáttanina til neyðhjálp til flóttafólk, sum nú búgva í sínum grannalondum, tí har røkka pengarnir mangar ferðir longri, enn um flóttafólk verða boðin til Føroya at búgva.

 
Poul Michelsen segði seg vera samdan við løgmann, at Føroyar við lóggávu og eitt nú yvirtøku av útlendingamálum, eiga at taka hesa humaniteru skyldu upp á seg at bjóða flóttafólki higar, eins og vit tóku móti norskum flóttafólki undir krígnum.
 
Gunvør Balle legði eisini herðslu á týdningin av at yvirtaka málsøkið og at gera klárt til at taka ímóti flóttum í tann mun, tað ber til.

Í sendingini á Rás2 í dag fara tey at kjakast um, hvørji krøv verða sett til Føroya sum flóttafólkaland og um vit sjálvi sleppa at velja hvørji, og hvussu nógv, flóttafólk, vit skulu taka ímóti, umframt um aðrar spurningar í hesum sambandi.