Hvat hevur amerikanski forsetin, Barack Obama, gjørt skeivt, síðani hann fekk ein slíkan kjaftfisk, sum hann fekk, á miðvalinum í USA í gjár. Tað er spurningurin, sum verður umrøddur í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag. Tey sum fara at kjakast um evnið eru Búgvi Poulsen, samfelagsfrøðingur á studendakúlanum í Hoydølum, og Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur á skúlanum í Kambsdali. Tað er Óli Breckmann sum skipar fyri kjakinum, og í upplegginum staðfestir hann, at amerikanskir veljarar fluttu í gjár meirilutan í Senatinum frá demokratiska flokkinum hjá Obama, og góvu republikanarunum valdið í hesum ovara kamarinum í Kongressini Í niðara kamarinum, Umboðsmanatinginum, øktu republikanaranir sín meiriluta munandi. - Tað merkir, at Obama er politiskt ’kringsettur’ í bæði borð av sínum politisku mótstøðumonnum. - Obama er fallin djúpt, síðan hann varð uppfataður sum ein messias fyri seks árum síðan. - Nakað lotir eru teir veljararnir, sum væntaðu ”vón og broyting”, við hesum púra óroynda og ókenda politikaranum. Óli Breckmann sigur, at hvítir amerikanarar hava broytt hugsan um forsetan við tað, at í 2008 valdu 43% av teim hvítu Obama og nakað færri í 2012, men tann stuðulin er nú farin niður í helvt. - Frægastu stuðlarnir hjá Obama eru mest svørt, har 95% stuðla honum, og latínamerikanarar, har 70% stuðla honum. - Obama fór undir sítt fyrra forsetaskeið við mestu undirtøku, nakar forseti hevur havt, men nú liggur hann lægri enn Bush tá ið hann var á botni í veljarakanningum. - Obama er nú so lágt í manna metum, at forsetin var størsta stríðsmálið, størsta líkið í lastini, hjá sínum egna flokki í miðvalinum í gjár og hansara egnu partamenn, demokratarnir, skýggjaðu hann undir valstríðnum. - Republikanararnir brúktu hann sum sterkasta vápn til at vinna teir avgerandi sessirnar í Senatinum, har demokratarnir hava havt 55 limir og republikanararnir 45 limir síðan forsetavalið í 2012.
|