ÍSB umboðar allan ítrótt fyri brekað í Føroyum. ÍSB er eisini limur í Special Olympics undir navninum Special Olympics Føroyar, og er Special Olympics Føroyar ein grein ella ein deild hjá ÍSB.
Men hvat er Special Olympics? Og hví hetta kunningar átakið?
Hetta átakið fer fram, tí at ov lítil vitan er um Special Olympics og teir møguleikar, sum har eru.
Special Olympics arbeiðir fyri fólki vð breki burturav - nevniliga teimum, sum hava menningartarn
2009 er lýst rørsluár. Við hesum í huga, verður millum annað varpað ljós á týdningin av rørslu. Íðkarar, foreldur, venjarar og onnur fara at greiða frá luttøku á Special Olympics leikum og røtt verður um rørslumøguleikar hjá menningartarnaðum í Føroyum.