Økja samhandilin millum Føroyar og Ísland

Leygardagin varð ein ætlanaryvirlýsing um at stovna eitt føroyskt-íslendskt handilskamar undirskrivað. Endamálið er millum annað, at økja samhandilin millum Føroya og Íslands við vørum, tænastum, flutningi og íløgum.

Talan er um eitt sokallað "Chamber of Commerce", sum skal stuðla vinnuligum samstarvi av øllum slagi millum londini bæði, og herundir hava ein áhugafelagsskap fyri fyritøkur, stovnar og einstaklingar, sum fáast við samhandil millum Føroya og Íslands.

Hetta handilskamarið skal eisini virka sum netverk hjá fyritøkum, stovnum og einstaklingum og samskiftir eisini við myndugleikar og tæna vinnulívinum við at skifta orð um almenn mál, sum viðvíkja føroyskum og íslendskum handilspørtum. Ætlanin er haraftrat, at skipa fyri fundum, skeiðum og ráðstevnum og er myndugleikum og fyritøkum til hjálpar, tá ið umboð teirra koma at vitja.

Tað vóru Gísli Gíslason, stjóri Faxaflóahafna sf, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnnuhúsinum, sum undirritaðu ætlanaryvirlýsingina.

Handilskamarið verður ætlandi stovnað í oktobermánaði í ár. Fyrireikingarnevnd fer nú at gera endamálsorðing og siga, hvørjar uppgávur, tað skal hava.