Kjøttertugøla: Svangi málverjin sagt upp

Talan var ikki um svongd, men um avtalað spæl

Arsenal var í gjár á vitjan hjá Sutton United í FA Cup, og Premier League-felagið hevði ikki stórvegis trupulleikar at senda liðið frá fimtbestu ensku deildini úr kappingini.

 

Les eisini: Fekk sær ein bita á bonkinum

 

Í dystinum var tað annars 46 ára gamli eykamálverjin hjá Sutton, Wayne Shaw, sum eina løtu fór avstað við øllum uppmerkseminum. Eftir triðju útskiftingina gjørdist tað honum greitt, at hann ikki slapp á vøllin, og tá valdi hann heldur óvanligt á útskiftarabonkinum at fáa sær eina kjøttertu, eina sokallaða meat pie.

 

Visti um veddimálið

Wayne Shaw hevur verið miðpunktið í øllum miðladekninginum av søguliga dystinum hjá Sutton United. Nú vísur tað seg, at talan var um avtalað spæl, tá bulmikli eykamálverjin fekk sær at eta.

 

Veddingarfyritøkur høvdu bjóða odds átta, upp á at Wayne Shaw fór at fáa sær at eta á bonkinum. Nú er hann ákærdur fyri avtalað spæl. Hann hevur í dag valt at siga upp í felagnum, sum hann annars hevur verið ein stórur partur av. Tað váttar venjarin hjá felagnum, Paul Doswell, sum tó leggur afturat at Wayne Shaw er ein góður maður og ein góður vinur.

 

Sambært bretskum miðlum, so skal Wayne Shaw hava váttað fyri tíðindafólkunum, at hann visti um veddimálini, ið var bjóðað út. Og at talan var um skemt, tá hann fekk sær eina kjøttertu á bonkinum. Hetta samanspælir tó ikki við reglugerðina hjá veddingarnevndini í Onglandi, sum saman við enska fótbóltssambandinum nú hyggur nærri at málinum.