Kjósa ársins privata og ársins almenna leiðara

Tað er felagið Synergi, sum stendur fyri tiltakinum Ársins Leiðaradagur, sum verður 23. januar, og har ársins leiðarar skulu kjósast. Øll kunnu koma við uppskoti um, hvør skal fáa heiðurin

Seinastu árini hevur mannagongdin verið tann, at øll kunnu tilnevna Ársins Leiðara, meðan ein dómsnevnd hevur tikið endaliga støðu til, hvør skal fáa heiðurin Ársins Leiðari.

Tað hevur ikki verið ein treyt, at Ársins Leiðari skal koma frá privata vinnulívinum, men tað hevur tó verið so. Kosnir Ársins Leiðarar hava verið Magni Arge (2005), Marner Jacobsen (2006)Andras Róin (2007) og Christian Nagata (2008). Hetta eru ovastu leiðarar frá privata vinnulívinum og leiðarar fyri almennar fyritøkur, ið virka á handilsligum grundarlagi, siga fyrireikararnir, Synergi.

- At eingin almennur leiðari er kosin Ársins Leiðari er møguliga grundað á, at leiðarar innan privata vinnulívið hava lættari við at vísa á síni úrslit úti í tí almenna rúminum. Almennar leiðslur eru meiri anonymar. Oftani er tað kanska eisini soleiðis, at tá okkurt gongur væl, fær landsstýrisfólkið æruna, siga fyrireikararnir.

Synergi vil fegið vísa á týdningin av, at vit eisini hava og mugu hava góðar leiðarar, eisini innan tað almenna, og hava tí valt at kjósa tveir Ársins Leiðarar 2009.

- Vit gleða okkum til, at fáa nógvar tilnevningar, soleiðis at dómsnevndin hevur eitt gott grundarlag at taka støðu út frá, sigur Synergi í tíðindaskrivi.

Tað verður ein dómsnevnd, sum tekur endaliga støðu. Talan skal verða um ovasta stjóra á einum stovni ella fyritøku ella nevndarforkvinnu/formann. Harafturat verður dentur verður lagdur, á at vinnarin

· hevur víst árræði og divi

· er nýhugsandi

· hevur givið øðrum leiðarum íblástur

· hevur verið at sæð í almenna rúminum og soleiðis markerað seg sum leiðari

Í dómsnevndini sita Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Mary í Garði, stjóri í Nærverki og Reidar Nónfjall, skúlastjóri á Føroya Handilsskúla.

- Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa so nógvar tilnevningar sum gjørligt, soleiðis at dómsnevndin hevur eitt breitt grundarlag at taka støðu út frá. Vit heita tí á øll, um at tilnevna, tann ið tey meta eigur at fáa heiðurin Ársins Leiðari 2009. Tilnevningar skulu verða Synergi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. januar 2009.