Týsdagin 23. desember klokkan 14 fer KJ Hydraulik at handa Bakkafrosti alibátin, Skarðsvík. Handanin fer fram á havnalagnum í Fuglafirði - í krókinum, har útróðrarbátarnir liggja.
KJ sigur, at Skarðsvík er tann seinasti arbeiðsbáturin í eini røð av fýra til Bakkafrost.
- Báturin, sum er 14 metrar langur og sjey metrar breiður, er hin 37. alibáturin, sum KJ letur úr hondum - og hin 21. til Bakkafrost.
Felagið vísir á, at í samband við handina verður ein biti og okkurt leskandi at fáa í hølum við havnalagið, og høvi verður eisini at skifta orð við umboð fyri KJ og Bakkafrost um alibátarnar.
Viðhefta mynd er tikin á plássinum oman fyri høvuðsbygningin hjá KJ Hydraulik á Kambsdali fyrr í ár.