KJ Greenland dugir best at tjena pengar

Ein ógvuliga neyv stýring av byggiverkætlanum er lykilin til, at entreprenørfyritøkan - KJ Greenland - er í serflokki, tá ræður um at tjena pengar.

 

 

Í fjør hevði entreprenørfyritøkan KJ Greenland sítt higartil besta úrslit.

Hetta er ein byggifyritøka, sum ger lítið burtur úr sær sjálvari í almenna rúminum. Men, fyritøkan í Norðurgrønlandi klárar seg nógv betri enn bæði Permagreen og MT Højgaard.

Tað veit Sermitsiaq at siga. Víst verður til eina samanbering millum tríggjar av landsins størstu entreprenørfyritøkum, og hvat hesar tjentu í 2019. 

Hvussu væl ein fyritøka dugir at tjena pening, sæst eitt nú í ognaravkastinum, sum vísir rakstrarúrslitið í mun til samlaðu aktivitetirnar.

Í fjør hevði KJ Greenland við umleið 200 arbeiðsfólkum og við høvuðssæti í Ilulissat eitt ognaravkast á 22,5 prosent, og hetta verður av kønum mett at vera ógvuliga gott.

Hetta er eitt so mikið gott úrslit hjá einari grønlendskari byggifyritøku, skrivar Sermitsiaq, at KJ Greenland kann javnmetast við bestu fyritøkur í Vesturevropa á sínum øki.