Kiwanis selur lykil til lívið

Frá sunnudegnum og mánaðin út fer Kiwanis at selja lyklar til fólk og fyritøkur. Peningurin, sum kemur inn, skal nýtast at hjálpa sálarliga veikum børnum í Føroyum.

Kiwanis Tórshavn og Kiwanis Eysturoy hava tikið stig til eina lyklasølu, sum hevur til endamáls at savna pening inn til sálarliga veik børn í Føroyum.
Tað eru teir tríggir, Petur Olivar í Hoyvík, Eirik Ingarsson og Sámal Bláhamar, sum hava tikið stig til lyklasøluna, sum fer fram í døgunum 5. til 30. juni.
Hugskotið er íslendskt. Vit hava roynt hetta áður, men hesaferð er talan um ítøkiligar lyklar, sum kunnu fílast til, so teir passa til øll Rukolás, sigur Petur Olivar í Hoyvík.
Lyklarnir eru príddir við ísledska og føroyska flagginum, búmerkinum hjá Kiwanis og tveimum børnum.
Talan er um góðskulyklar og teir minna á endamálið við sínum prýði við fløggunum og børnunum, sigur Petur Olivar í Hoyvík.
Ætlanin er, at eitt nú ítróttafeløg, pensjónistafeløg og líknandi skulu selja lyklarnar.
Kostnaðurin fyri hvønn lykilin er 100 krónur, og harav fáa seljararnir 15 krónur. Tað verður sostatt ein inntøka til tey feløgini, sum selja eisini. Vit hava gjørt avtalu við fleiri feløg, men enn er okkurt øki í landinum, har vit ikki hava fingið seljarar enn, sigur Petur Olivar í Hoyvík.
Teir hava latið gjørt 2.500 lyklar, og vónin er at fáa selt allar.

Kiwanis 30 ár
Felagsskapurin Kiwanis hevur í ár 30 ár á baki. Tað eru tríggir klubbar í Føroyum, Kiwanis Tórshavn, Kiwanis Eysturoy, sum fylla 30 í ár, og so Kiwanis Rósan, sum er líknandi felagsskapur fyri kvinnur. Hann fyllir 20 ár í ár.
Dagurin verður hildin leygardagin – í morgin – við einari veitslu í húsunum hjá Kiwanis. Har verður gott at eta og gott undirhald.
Eisini verður skipa fyri, at Kiwanis Føroyar verður egin felagsskapur. Higartil hevur Kiwanis í Føroyum verið undir íslendskum veingjum, men bæði íslendingar og føroyingar meta, at tað verður til frama fyri øll, at føroyski Kiwanis felagsskapurin verður undir føroyskari leiðslu.
Talan verður tí um at velja ein forseta og fýra nevndarlimir, sum skulu stjórna Kiwanis í Føroyum.
Kiwanis lýsir seg at vera ein altjóða felagsskap av sjálvbodnum við tí stavnhaldi, at stuðla teimum, ið tørva hjálp. Áherðsla verður løgd á samarbeiði og samstarv. Nógvar hendure vinna lætt verk. Tænastuviljin og longsulin eftir at ognast góðar felagar er eitt av felags málunum hjá øllum Kiwanis limum.
Ljós hevur seinastu tíðina verið varpað á vánaligu umstøðurnar hjá sálarliga veikum børnum, og at tað kunnu ganga tvey ár, áðrenn tey koma í viðgerð. Tað er fyri at bøta um hjá hesum, at pengarnir fyri lyklasøluna verða nýttir, sigur Petur Olivar í Hoyvík.