Politikkur
Tað gongur skjótt í politikki. Fyri fimm døgum síðani var býlingsstjórin í SMS, Kitty May Ellefsen, at finna á Sambandslistanum, men eftir at flokkurin ikki vildi vera við til at stytta valfreistina, so løgtingið fekk tvær vikur eyka at arbeiða í, tók hon seg av aftur listanum. Tað var fríggjdagin, at Kitty May Ellefsen boðaði frá hesum.
Nýggja kvinnuliga stjørnuskotið hjá Sambandsflokkinum er nú at finna millum valevnini hjá Fólkaflokkinum, tí fyrrapartin í morgun kom fram, at Kitty May Ellefsen hevur gjørt av at stilla upp fyri Fólkaflokkin.
Fríggjadagin segði Kitty May Ellefsen soleiðis við Sosialin.
- Eftir tað, sum hendi í gjárkvøldið (hóskvøldið, blm.), taki eg meg av listanum hjá flokkinum (Sambandsflokkinum, blm.).
At freistin at skriva út val ikki varð stytt, merkir, at nógv mál detta burtur uttan viðgerð. Eitt av málunum er útbyggingin av Vága Floghavn.
- Tað er serliga málið um Vága Floghavn, sum harmar meg. Floghavnin liggur í skeljasori, og vit hava bíðað eftir heimild úr løgtinginum at fara í gongd. Málið er liðugt viðgjørt í Vinnunevndini, og har vantar bert onnur og triðja viðgerð. Tað, at Sambandsflokkurin nú bakkar út, merkir, at farast kann ikki undir Vága Floghavn, fyrr enn um nærum eitt ár, og hesum kann eg ikki liva við, segði Kitty May Ellefsen, sum hevur fingið áheitanir frá fleiri flokkum um at stilla upp.
At tað júst er málið um flogvøllin, ið spælir inn hjá henni, er ikki tilvildarligt. Hon er nevniliga nevndarformaður í P/F Vága Floghavn.
Lítil munur á flokkum
Sosialurin hevur spurt Kitty May Ellefsen um, hví hon skiftir flokk.
- Eg havi næstan altíð valt Fólkaflokkin, so eg kann siga, at nú eri eg komin heimaftur. Eg gangi inn fyri einum sjálvberandi búskapi, og hvat hesum viðvíkur er eftirhondini ikki tann stóri munurin millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sigur Kitty May Ellefsen.
Tá tú sigur, at tú altíð hevur hoyrt heima í Fólkaflokkinum, hví stillaði tú so fyrst upp í Sambandsflokkinum?
- Eg havi fingið áheitanir frá fleiri flokkum um at stilla upp, og tað endaði so við, at eg valdi Sambandsflokkin. Hetta er bara ein vika síðani, og alt gekk sera skjótt. Flokkarnir líkjast nógv, eg tá eg eri impulsiv, hugsaði eg ikki so nógv um tað, sigur Kitty May Ellefsen.
Hósdagin út skrivaði løgmaður sum kunnugt løgtingsval, ið verður leygardagin 19. januar.