Økisnavn.fo hoyrir ikki til almennu fyrisitingina

Løgtingsins umboðsmaður kundi ikki viðgera klagu innihaldsliga

Løgtingsins umboðsmaður hevur fingið eina klagu um heimildirnar hjá Økisnavn.fo at krevja inn gjald fyri tær tænastur, sum stovnurin veiti, og við hvørjum gjaldshættum og treytum.

Fyritreytin fyri, at umboðsmaðurin yvirhøvur kann viðgera klagur um virksemi hjá Økisnavn.fo er, at talan er um virksemi, ið verður mett sum partur av almennu fyrisitingini.

Tá avtornaði, gjørdi umboðsmaðurin av ikki at viðgera klaguna innihaldsliga, tí umboðsmaðurin metti ikki, at Økisnavn.fo kundi metast at vera partur av almennu fyrisitingini.

Í frágreiðing sínari til umboðsmannin kom Umhvørvis- og vinnumálaráðið til ta niðurstøðu, at virksemi hjá Økisnavn.fo ikki kundi metast sum partur av almennu fyrisitingini.

Hesum tók umboðsmaðurin undir við, og tí varð klagan ikki viðgjørd innihaldsliga.

Tó mælti umboðsmaðurin Umhvørvis- og vinnumálaráðnum til at kanna nærri í hvønn mun umsitingin av føroyskum internet-økisnøvnum eigur at verða skipað í lóggávu.  

Umboðsmaðurin grundaði sítt tilmæli á, at alsamt fleiri týðandi tættir í samfelagnum nú verða viðgjørdir umvegis internetið og internet-økisnøvn, og at týdningurin av internet-økisnøvnum er eyðsýndur fyri føroyska samfelagið. Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at danska umsitingin av internet-økisnøvnum, ið føroyska umsitingin m.a. varð grundað á, varð skipað í lóggávu í 2005.   
 
Umboðsmaðurin helt, at ein lóggáva eitt nú kundi skipa almennar reglur kring umsitingina av føroyskum internet-økisnøvnum, ásett neyðug krøv og treytir í mun til KT trygd, ásett reglur um kærumyndugleika og reglur, ið skipa eftirlitið við umsitingini av økisnøvnum.