Kirkjustuldurin lagdur í skuffuna

Løgreglan hevur ongar slóðir at elta.

Sandavágs kirkja. Mynd: Vàga kommuna

Tað vakti ans í summar, tá innbrot var í fleiri kirkjum kring landið, har peningur varð stolin úr kirkjubússunum.


Óvist er um talan var um ein og sama tjóv, men innbrotini vóru um alt landið. Í Tjørnuvík, Norðskála, Miðvági, Klaksvík, Sandavági og Hvannasundi varð boðað frá stuldri.


Løgreglan hevur arbeitt við málinum, men fyri in.fo upplýsir Hildur Hentze, kanningarleiðari, at málið nú er lagt í skuffuna.


- Vit eru altíð klár at taka tað framaftur, men støðan er tann, at einki er komi burturúr teimum slóðum, ið vit hava elt.


Hóast innbrotini fingu nógv umrøðu, so eru fá spor hjá løgregluni at kanna.


- Vit vita ikki hvussu nógv er stolið, og vita heldur ikki í hvørjum tíðarskeiði stuldurin er framdur. Vit hava nøkur fá vitnir, ið halda seg hava sæð bilar nærhendis kirkjunum, men ongan, ið hevur sæð nakran persón. So vit hava ikki nógv at ganga eftir.


Kanningarleiðarin metir, at tað besta kirkjurnar kunnu gera, er at taka bússurnar við sær, tá eingi fólk eru í kirkjuni.


- So hava tjóvarnir einki at koma eftir, tí tey eru bara farin eftir bússunum. Í onkrum av kirkjunum hava farteldur, kirkjusilvur og aðrir virðislutir ligið frammi, men einki av tí er tikið.

Sandavágs kirkja. Mynd: Vàga kommuna

Sandavágs kirkja. Mynd: Vàga kommuna

Sandavágs kirkja. Mynd: Vàga kommuna

Sandavágs kirkja. Mynd: Vàga kommuna

Sandavágs kirkja. Mynd: Vàga kommuna