Kirkjufundur á Eiði sunnudagin

Kirkjuráðslimir, kirkjutænarar og prestar í Eysturoy hittast seinnapartin sunnudagin í Eiðis Kirkju, har guðstænasta og fundur verða, áðrenn farið verður út á Oyrarbakka at eta døgurða og tosa um mál, sum viðvíkja kirkjuni

Kirkjufundur


Fólk, sum vara av kirkjunum í Eysturoy hittast álriga t tosa um kirkjumál. Í ár verður felags kirkjufundurin settur við guðstænastu í Eiðis Kirkju.
Martin Restorff Jacobsen, sóknarprestur í Nes prestagjaldi, fer at prædika undir altargangsguðstænastuni á Eiði seinnapartin sunnudagin.
Eftir guðstænastuna verður sjálvur kirkjufundurin í Eiðis Kirkju, har diakontænastan, ella kirkjulig hjálpartænasta, verður viðgjørd. Roknað verður við, at um hálvtannaðhundrað fólk fara at luttaka á fundinum á Eiði sunnudagin. Sum vera man verða teir fimm prestarnir í oynni teirra millum.
Eftir fundin í Eiðis Kirkju verður farið út á Oyrarbakka, har døgurði verður í Eydnuni, eins og fundarfólkið eisini tá fær høvi at skifta orð um kirkjumál yvirhøvur.
Martin Restorff Jacobsen er ein av fimm prestum í Eysturoy. Hinir eru Uni Næs í Fuglafirði, Meinhard Bjartalíð á Glyvrum, Jógvan Fríðriksson á Gjaranesi og Emil Olsen á Eiði.
Tað eru 15 kirkjur í Eysturoy, sum regluliga verða brúktar. Umframt eru so gomlu kirkjurnar í Norðragøtu og á Nesi. Nes Kirkja verður onkuntíð í serligum føri brúkt.
Aftur at kirkjunum í oynni eru fimm sonevnd guðstænastustøð. Bønhús eru á Hellunum og í Søldarfirði, har guðstænastur regluliga verða hildnar. Umframt plagar guðstænasta at verða hildin í missiónshúsinum í Æðuvík og í skúlanum í Funningsfirði, eins og eisini onkuntið hevur verið guðstænasta í skúlanum í Skálafirði, veit Emil Olsen, sóknarprestur á Eiði at siga frá.